Skapandi virksemi

 

Í frítíðarskúlanum er góður møguleikar fyri skapandi virksemi. Vit hava fleiri sera stór og góð hølir til fjølbroytt skapandi virksemi. Nevnast kann træverkstaður, málirúm og perlurúm. Børnini fáa møguleikar at royna at arbeiða við fleiri ymiskum tilfari. Tey fáa møguleikar at arbeiða við nýggjum og endurnýtsu tilfari. Eisini við náttúru tilfari, sum tara, steinum og blómum.
 

Umframt at klippa pappír og líma, verður eisini bundið og seyma. Vit stoypa við gipsi, gera gipsmaskur og prýðislutir. Vit stuðla teimum við at tekna, mála og menna litlæruna. Eisini at bregda, flætta og at tøltra. Við at vísa á nakrar teknikkir koma tey til skapanar hugin, sum gevur børnunum eina mynd av onkrum, so tey sjálvi koma við einum úrsliti. Eitt hvørt úrslit hevur týdning fyri hvønn einstakan, har umhvørvi og upplivingarnar hava ávirkan saman í samspælinum við fleiri børnum.