Fimleikahøll


Fimleikahøllin er ein stórur partur av frítíðarskúlanum. Vit eru aktiv í hallunum hvønn dag fram til kl. 16.00, tá hallirnar verða útleigaðar til ymiskt frítíðarvirksemi hjá ítróttarfeløgum. Vit fyriskipa ymiskar rørslutímar, har aktiva barnið fær møguleika at menna og stimbra sítt likam í samspæli við onnur. Eisini er høvi hjá børnunum sjálvi at finna uppá og røra seg í fimleikahøllunum, uttan at námsfrøðingarnir skipa fyri. Fimleikahallirnar eru væl integreraðar í frítíðarskúlan, har gott yvirblikk fæst gjøgnum gluggar í ymiskum rúmum í frítíðarskúlanum.