Verkætlan um Norðurlond

mikudagur, 4. mars 2020


Verkætlan um Norðurlond.
Frá í dag og eina viku fram, fáa børnini í Frítíðarskúlanum á Argjahamri møguleika til at skapa Norðurlondini, sæð við barnsins eygu, í samstarvi við teim vaksnu í FáA.
Vit fara komandi dagarnar at síggja norðurlendskar mentanir verða skaptar og endurgivnar í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.
Vit fara at skapa, vit fara at læra, vit fara at syngja, vit fara at kappast og vit fara at njóta alla verkætlanina um Norðurlond.

Aftur