Jólavikur á Argjahamri

mikudagur, 18. desember 2019


Í desembur mánaða hevur Frítíðarskúlin á Argjahamri osa av jólastemningi.

Vit hava havt jólasangløtir í húsinum, vit hava verið úti og sungið fyri fólki, eisini á Ellisheiminum. Vit hava gjørt jólaprýði og síðst men ikki minst, so hava vit havt eina Bommfabrikk. Útilívið hevur verið ein stórur partur av gerandisdegnum góðveðursdagarnar. Vit hava verið túrar á Skoytubreytini, vit hava verið dúgliga á bálplássinum hjá okkum og hita skúmfidusar.

Sum siður er vóru vit árliga túrin í Havnar bio og hugdu eftir film og fingu poppkorn og Jolly.

Í dag hava vit havt eina jólahugnaløtu við sangi og tónleiki við heimligum sangarum og tónleikarum, tó var ein gestasangari á vitjan. Heini Lützen var og sang og spældi guittar saman við okkum. Ein fantastisk løta.

Vit ynskja øllum eini Gleðilig jól!

 

 

Myndir (trýst her)

Aftur