Talent 2019

fríggjadagur, 22. november 2019


Í fjør var á fyrsta sinni skipað fyri talent her í frítíðarskúlanum. Avgerð var beinanvegin tikin um, at
hetta mátti gerast aftur. Í vikuni var so aftur talent kapping millum børnini í frítíðarskúlanum. Og tað
er ikki at taka sær munnin ov fullan, at staðfesta at børnini her á Argjum eru otrúliga dugnalig.
Onkur hevði skrivað eitt spildurnýtt lag til høvið, onkur annar funnið uppá sína egnu seriu og ein heilt
triðji bólkur vísti síni kynstur við einum bólti. Talentini vóru so ymisk, men felags fyri øll luttakarar,
dómarir, áskoðarir og hjálparfólk var at øll gjørdist eina stóra uppliving ríkari. Og mann ikki hetta
spakuliga er við at gerast til eitt árligt tiltak?

Myndir (trýst her)

Aftur