fríggjadagur, 15. november 2019
Sjóðar tú av orku og eldhuga at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialar førleikar, so er at smekka eina umsókn av stað og søkja starvið sum námsfrøðingur.
Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir fólki við námsfrøðiligari ella aðrari viðkomandi útbúgving.
Søkt verður eftir:
Starvið er til setan 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.
Um eingin skikkað fakfólk søkja, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Okkum tørvar starvsfólk sum:
Vit bjóða:
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.
Meira fæst at vita
Um okkum og størvini við at venda sær til Ann Hansen, stovnsleiðara, á telefon 282850 og við at hyggja inn á heimasíðuna www.argjahamri.fo.
Umsókn
Saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í seinasta lagi 2. desember 2019 kl. 12.00.