Bindiklubbur á Argjahamri

týsdagur, 18. juni 2019


Í morgin, mikudagin 19. juni, verður fingrabindiklubbur á Argjhamri. Sum liður í fyrireikingunum til summarveitsluna fríggjadagin, fara vit at hava bindiklubb í ítrivsrúminum hjá okkum, har børnini sleppa at fingrabinda so nógv sum tey hava hug til. Fingrabinding hevur sanniliga vundið uppá seg síðstu tíðina, har børn sum vaksin, gentur sum dreingir, hava fingrabundið í langar banar, men tað verður tíverri ikki ofta brúkt til tað stóra aftaná. Tí ætla vit at brúka tað sum pynt til summarveitsluna. So um tit hava onkrar grovar tógv restir har heima, og ikki vita hvat tað skal nýtast til, so er bara at geva børnunum tað við í frítíðarskúla í morgin, so sleppa tit at síggja úrslitið av tí fríggjadagin. Her kunnu vit eisini gera okkara í at hugsa um umhvørvið, og royna at endunýta tað sum til ber.

Her verður tó ikki bara bundið í morgin, pláss verður eisini fyri nakað av slatri og práti, og man ikki onkur drekkamunnur og okkurt søtt verður at fáa eisini.

Aftur