Klubb: Skattaveiða

mánadagur, 18. juni 2018


Fríggjadagin 11.05 vóru Klubbabørnini á skattaveiðu á øllum Hamrinum. 10 postar vóru goymdir við húsini hjá teimum ymsu børnunum, sum búgva á Hamrinum. Fyri at finna næsta post vóru spurningar sum til dømis “næsti postur er hjá einum persóni, sum eitur líka sum ein, sum arbeiðir í frítíðarskúlanum”. Á síðsta pappírinum vórðu tey send á spæliplássið, har tey skuldu finna seks ymisk legostykki, og síðani fingu tey spakar at grava skattin upp við. Vinnari gjørdist tað reyða liðið við Mariu, Silju og Kristinu.

Sí myndir her

Aftur