Sleðurok

hósdagur, 18. januar 2018


Hóast foreldur hava hug at ilskast um frystar rútar og glerstoytar vegir hesa myrku tíð, so stór trívast børnini í kavanum, ið hevur lagt seg her heima á hamarinum. Seinastu dagarnar hava vit ikki gjørt nógv annað enn at rokast úti í kavanum, nú verðrið eisini hevur verið so fagurt. Bæði stórir og smáir argjafrensar hava spælt kavakríggj, sleða oman allar brekkurnar og eisini er onkur kavamaður bygdur. Børnini ganga øll so kinareyð og glað eftir teir mongu tímar úti í kavanum, so vit vóna at kavin verður liggjandi eina løtu avtrat.

Aftur