Vælkomin á Summarveistlu!

fríggjadagur, 9. juni 2017


Mikudagin 14. Juni frá kl. 15.00 til 17.00 verður Summarveistla í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.

Summarveistlan er fyri børnini sum ganga í Frítíðarskúlanum og familjum teirra.

Tað verður stuttligt, hugnaligt og upplivingarríkt.

Umframt hugnaligu samveruna sum altíð er, fáa vit vitjan norðanfjøðrs frá. Teir fara at undirhalda og  teir hava síni djór við og helst skulu børnini á eina lítla útferð, saman við teimum.

Café Stjørnuskot verður á økinum og bjóða kaffe/te, vafflur, pylsur og saft.

Café Stjørnuskot er nýggj café sum børnini í Frítíðarskúlanum fara at hava, ein café gjørd av børnum til børn og familjur teirra. Tey gleða seg!

Ver vælkomin til ein stuttligan, litríkan og larmandi barnafestival á Argjahamri.

Aftur