fríggjadagur, 26. november 2021
Børnini í Frítíðarskúlanum á Argjahamri hava seinastu vikuna gjørt nógv burturúr at evna lutir og annað til smátturnar í Vágsbotni.
Tey hava perla og mála, tegna og klipt, líma og bundi, og mangt annað. Tey hava hugsa og evna jólini niður í smálutir.
Har eru jólatrø við prýði og gávum, flottar myndir á veggunum, ljós í prýðiligum krukkum, eldstaður, sjálvevnaði ljós, pakkakalendari, hús og kirkjur gjørdar úr sukurmolum, kafé við lekkrum smákøkum úr gandadeiggi, lekkrar heimagjørdar mandarinir. Á altarnum í kirkjuni liggur ein bíblia og ein sálmabók, sum er stuðla av Bispagarðinum. Og mangt mangt annað vakurt er at síggja.
Seinasta hond var lagt á verkið í dag og í øllum regninum fóru nøkur børn og vaksin oman at hanga og leggja prýði í smátturnar.
Úrsliti er framúr! <3
Vónandi verður jólastemningurin í hásæti til gleði og gagns fyri mong.
Vit takka fyri møguleikan. <3
Fríggjadagin 26. nov er Frítíðarskúlin stongdur vegna Ráðleggingardag.
Vit ynskja øllum eitt gott og jólaligt vikuskifti í Vágsbotni. <3