Vit siggjast Týsdagin

fríggjadagur, 14. august 2020


Týsdagin 18. August byrjar skúlin aftur. Tá skúlagongdin er liðug eru børnini vælkomin í Frítíðarskúlan at vitja og til myndatøku. Vit skula hava nýggjar myndir til talvuna.

Mikudagin byrjar vanliga skúlagongdin og vit heinta børnini í skúlanum eftir loknan skúladag. – eisini tey sum eru tilmeldaði Klubb.

Vit fara at skipa okkum eftir tilmælinum sum eru og frætta tit nærri um tað týsdagin.

Tó vita vit nú, at tað ikki ber til við núverandi tilmælum, at bjóða millummála, tískil skulu børnini hava millummálan við heimanífrá.

Vit fara at brúka somu inn og útgongd sum skúlin brúkar og skelti hongur á hurðini til tey vaksnu sum avheinta: Takk fyri at tú bíðar her.

Telefonnr eru enn 260802 og Klubb 260803

Øll kunning verður umvegis heimasíðuna.

Hava tit spurningar ella eru ivamál eru tit vælkomin til at seta tykkum í samband við stovnsleiðaran á tlf 282850 ella við at skriva til hannast@torshavn.fo

Aftur