fríggjadagur, 27. oktober 2017
Mikudagin høvdu vit stóra, afturvendandi Halloweentiltakið. Og her var rokan í fjørðuni :-) Nógv spent børn, sum royndu sansabanan, málaðu seg og royndu seg av í sansaverkstaðnum. Foreldrini komu til kaffi, og eisini tey sloppu at royna banan, um tey høvdu hug - og tað høvdu tey. Køin var fleiri metrar long, men tey vóru tolin og tímdu væl at bíða ;-)