Metdagur 2017

mikudagur, 17. mai 2017


Í dag var árligi Metdagurin á Frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hetta er ein dagur, har børnini fáa høvi at royna seg innan ymiskar greinar. Greinarnar, sum børnini kunnu royna seg innan krevja nógv av børnunum; bæði motoriskt og logiskt. Børnini hava havt høvið at melda seg til eina ella fleiri av hesum greinunum: Standa í krabbastøðu, kasta rísposar, rulluskoytu-slalom, spýta longst, hoppa við kengurustyltu, standa á høvdinum, longdarkast, mánabil-slalom, rennikapping, jonglering, ganga á hondunum, forðarenning, kurvabóltakast, trappusprint.
Somu greinar hava verið undanfarnu árini, og tá eru tíðirnar hjá børnunum skrásettar. Børnini kunnu sostatt royna at klára avbjóðandi greinarnar skjótari enn undanfarnu árini, og soleiðis seta nýggj met (hetta er orsøkin til at dagurin kallast “Metdagur” ;-) ).

 

Íslendski forsetin hevði vitjað skúlan fyrrapartin, so tað var ikki løgið, at børnini eggjaðu hvørjum øðrum við kenda íslenska “hu”-rópinum. Her varð “hu”að dúgliga, og børnini dugdu sera væl at stuðlað hvørjum øðrum - eisini hóast eggjanin frá hinum ofta forstýraði meira enn nakað annað. Í slalomrulluskoytu-postinum koppaði eitt barn, tí tað fór so illa at flenna at eggjanini, og í spýtikappingini endaði spýttið á blusuni heldur enn á vegnum, tí børnini flentu so illa.

Um tvey tíðina vórðu íðkarir og áskoðarir svangir; tað verður man tá man kýtur seg! Tíbetur stóð Maria klár við sjokolátamuffins og bananum at veita børnunum orku, so tey kundu seta met í restina av greinunum.

Við nýggjari orku vóru børnini klár at seta fleiri nýggj met. Lagið var frálíkt hóast tað fór at regna, og børn og vaksin stuttleikaðu sær óført.
 Metdagurin er júst liðugur, og stovnurin er nú fyltur við uml. 150 brosandi børnum við reyðum kjálkum, sum eru sera vælnøgd avrikunum hjá sær. 

myndir (trýst her)

Aftur