Café-dagur 11. mai 2017

hósdagur, 11. mai 2017


Í dag varð skipað fyri café á frítíðarskúlanum. Børnini høvdu sjálvi gjørt matskráirnar, har úrvalið strekti seg heilt frá gularótum og saft til gelé við vaniljukremi. Uppgávurnar í café’ini vórðu deild millum børnini, soleiðis at onkur tók ímóti bíleggingum, onkur serveraði og onkur helt eygað við, at øll høvdu goldið fyri tað, ið tey høvdu bílagt. Goldið varð við pappírspeningi. Eisini fingu vit sangframførslu frá evnaríkum songkvinnum J Hugnaligt var, og eingin ivi er um, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak á frítíðarskúlanum!   

myndir

Aftur